"Og jørðin skalv..."
Sjónvarpsgudstænasta 14. apríl 2001
Skriftlestur, Es. 54:4-12.
Tekstur. Matt. 27:51.
Tað hendir javnan og oftari og oftari, at vit hoyra um jarðskjálvtar.
Við hvørt so ógvusligir, at teir kosta mannalív í túsundatali.
At jarðskjálvtar altíð hava verið er okkum kunnugt. Tað áhugaverda í hesum tekstinum er ikki
jarðskjálvtin sum var í tí løtu Jesus gav upp andan og doyði.
Tað áhugaverda tykist at vera tað, sum hendi rómverska hermanninum og hansara vakthaldi á Golgata. Um hetta lesa vit:
"Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, ið við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu jarðskjálvtan og tað,
sum hendi, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: "Sanniliga, hesin var Sonur Guds."
Tað kravdi ein jarðskjálvta í hesum førinum fyri at fáa krígsvandar menn at viðurkenna Jesus sum Guds son. Hesin sami jarðskjálvti opnaði gravirnar hjá mongum av teimum heilagu, lesa vit. Og tá ið Jesus reis upp, risu hesi upp saman við honum og komu inn í heilaga staðin og vístu seg fyri mongum..
Jarðskjálvti, deyði og uppreisn, hetta var við til at prógva fyri Jesu samtíð, hvør hann var.
Hann var tann, sum hann segði seg sjálvan vera. Hann var tann, sum Judas segði hann vera, tá ið hann sveik hann. Hann var eisini tann, sum Pætur avnoktaði.
Hvussu kann tað vera, at vit, 2000 ár seinni framvegis vilja minnast henda hendingaríka tilburð?
Vit sum eru vorðin so mikið vís, at vit kunnu greina orsøkirnar til jarðskjálvtar, skulu vit undrast á samanfallið millum henda jarðskjálvtan og Jesu deyða? At gravirnar hjá teimum heilagu opnaðust, er ov trupult at skilja og lættari verður tað ikki, at tey risu upp, tá ið Jesus reis upp, og aftur her var ein jarðskjálvti:
Tá varð stórur jarðskjálvti; tí eingil
Harrans kom niður av himli, steig til
og velti burt steinin og setti seg á hann.
Matt. 28:2.
Um nakar skuldi hildið, at jarðskjálvtin á Golgata var tilvildarligur, so fær hann trupult við greiða frá, hvussu væl hesin seinni jarðskjálvtin fall saman við Jesu uppreisn.
Men hendingarnar hesar páskirnar í Jerúsalem eru ikki um jarðskjálvtar.
Tað er heldur ikki um sólarmyrkingina, sum var í tríggjar tímar kring landið, tá ið Jesus doyði. Tað snýr seg um týdningin av tí, sum hendi, og hvat tað merkir fyri okkum.
Náttúran avlegði vitnisburð um, hvør tað var, sum her varð viðfarin á henda hátt av menniskjum,
sum ikki vildu vita av honum.
Alt tað, sum Gud kundi gera fyri at gera vart við, hvør tað var, ið var soleiðis viðfarin, varð gjørt, sjálv náttúran var tikin í nýtslu til tess at gera vart við, hvør persónurin var.
Og tað var ikki til fánýtis. Rómverska vaktarhaldið á Golgata við høvuðsmanninum á odda viðurkendi Jesus Kristus, sum Guds son.
Í sálminum "Ævigi Gud vár" eftir Mikkjal á Ryggi tekur Mikkjal soleiðis til í einum av ørindunum:
Alvaldi Harri, tær einki kann forða;
einglanna herskarar lýða títt boð,
stormur tær tænir og dundrandi tora,
sólskin og væta og flykranna flog;
brattastu bylgjur eitt orð av tær spekir,
yðjandi fjøldum sítt borð reiðir tú,
følnaðan gróður á vári upp vekir, fagrari blomstur enn Sálomons skrúð.
Tað er ikki at fara út um mark at trúgva, at Gud við náttúruni, sum hann sjálvur hevur skapað, roynir at gera vart við seg á ein til tíðir fyri okkum ógvusligan hátt.
Við Jesu deyða fór sólin í syrgidrakt og jørðin skalv í samkenslu.
Tá ið menniskjan var komin so langt út í synd og uppreistur móti Gudi á Nóa døgum tileinkisgjørdi hann tey í eini vatnflóð.
Tá ið Gud gav menniskjunum sína grundlóg, tey tíggju boðini á Sinai, gjørdi hann tað m.a. við torurødd.
Á Karmels fjalli kom eldur av himli og fólkið viðurkendi Gud sum Harra.
Tá ið Elias flýddi og fjaldi seg í einum helli, kom Gud framvið og ógvuligur, sterkur stormur, kleyv fjøll og soraði sundur klettar fyri Harranum - so kom jarðskjálvti og eftir jarðskjálvtan kom eldur og at endanum hoyrdist eitt milt suð. Tá ásannaði Elias, at Gud vildi í samband við hann og hann varð spurdur: "Hvat vilt tú her?" 1.Kong. 19:11-13.
Vit kunnu spyrja: "Hvat vildi mannamúgvan úti á Golgata?"
Vóru tey farin hagar bert fyri at síggja tríggjar menn verða krossfestar?
Fjøldin hevði biðið um at fáa Jesus krossfestan. Tey høvdu fingið teirra ynski uppfylt.
Var tað teimum ikki nóg mikið?
Tá ið Gud vísti teimum, hvør hann var, sum tey ynsktu deyðan, óttaðust tey.
Náttúran var av Gudi sett í virksemi og var við í opinberingini av hansara ætlan við tí, sum fór
fram.
Eingin skuldi kunna finna nakra umbering fyri, at tey ikki vistu, hvør hann var, hvørs deyði fekk náttúruna at staðfesta hann sum son Guds.
Tey skuldu vita, hvør tað var, tey høvdu vrakað, hartil skuldi náttúran vera teimum ein máttmikil áminning.
Men eingin áminning er so sterk, at øll fella til kníggja. Soleiðis var tað eisini í hesum førinum. Oddamenninir í hesum gølukenda rættarmáli móti Jesusi vildu ikki boyggja seg fyri náttúrunnar vitnisburði, teir valdu at forherða seg hóast teir sóu, at teir her høvdu við hann at gera, sum bæði við orðum og gerðum um seg sjálvan hevði avlagt tann vitnisburð, at hann var hin
lovaði Messias, sonur Guds og heimsins frelsari.
Hesin vitnisburður er ikki vorðin minni aktuellur í dag.
Hóast 2000 ár eru runnin í tíðarinnar hav, minkar týdningurin av tí krossfesta Messiasi ikki eitt vet.
Tvørtur ímóti.
Náttúran vitnar framvegis um Gud, sum hon gjørdi tað, tá ið Jesus doyði krossdeyðan.
Menniskjur ræðast framvegis náturunnar megi.
Jarðskjálvtar tína mannalív í túsundatali.
Ódnir javna ognir við jørðina.
Vatnflóðir rudda alt á teirra leið -
og eldgos leggja umhvørvið undir øsku.
Jú, náttúran minnir okkum á almáttuga Gud og Jesus Kristus, sum gera alt tað sum gerast kann fyri at minna menniskjur um, at tað er bert bjarging at fáa í trúgv á frelsunnar undrið á Golgata.
Jarðskjálvtin opnaði gravir teirra heilagu, og við Jesu uppreisn risu tey upp, sum ein vitnisburður fyri teimum, ið høvdu forherðað seg.
Paulus sigur okkum í brævinum til Ef. 4:8, at Jesus tók hesi við sær til himmals.
Men hvat skulu vit við hesi 2000 ára gomlu hending í eini framkomnari tíð sum okkara?
Vit sum royna at byggja hús, sum jarðskjálvtar ikki skulu kunna leggja í sorl.
Vit sum gera vatnbyrgingar, sum skulu tola ókent trýst, og hvat vit annars finna uppá fyri at vit kunnu kenna okkum trygg, tá ið náttúran av álvara ger vart við seg.
Kunnu vit á nakran hátt steingja okkara sansir, so vit hvørki síggja ella hoyra, tá ið Gud vil í samband við okkum fyri at ávara okkum um okkara støðu, at vit eru í deyðsvanda, um vit ikki hoyra rópið frá Golgata, at tað er fullgjørt.
Vit eru í deyðsvanda um vit ikki síggja okkara hjálparloysi og senda út neyðarkall: Harri frels okkum, og gera tað í tí trúgv, at neyðarkallið verður hoyrt.
Hvat kann fáa okkum til at halda, at vit eru uttan fyri allan vanda?
Vit eru ongantíð undir tílíkum umstøðum, at okkum ikki tørvar at biðja um Guds nærveru ella takka
honum fyri hjálp.
Paulus og Silas sungu Gudi lovsangir, tá ið teir sótu í fangatippinum í Filippi.
Jarðskjálvti skakaði fangahúsið og leinkjurnar fullu av.
Gud veit, á hvønn hátt best er at svara eini bøn.
Hann visti, at fangavaktarin vildi taka eina avgjørda støðu.
Vitnisburður Paulusar og Silasar afturat jarðskjálvtanum var tað honum tørvaði at uppliva.
So ymisk sum vit eru, so ymiskt vil Gud eisini tala til okkum.
Jarðskjálvti og sólarmyrking skuldu til fyri at eitt rómverkst vaktarhald viðurkendi Jesus sum Guds son.
Eingin hevði nakra haldgóða umbering.
Øll sóu og upplivdu tað serstaka við Jesu deyða og máttu viðganga tað óvanliga, ið her fór
fram.
Tær opnu gravir og uppreisn av deyðum saman við Jesu uppreisn lat ongan iva eftir seg, hvør hesin var, sum tey høvdu biðið um at fá krossfestan.
Allar umberingar fyri ikki at vita, hvør Jesus var, vóru uttan haldgóða próvførslu.
Og tað heilt upp til okkara tíð.
Tað mátti Frank Morison eisini ásanna.
Og tí skrivaði hann bókina: Hvør flutti steinin?
Hansara upprunaliga ætlan var at skriva eina bók um ivamál viðvíkjandi Jesusi.
Úrslitið var tað øvugta tá hann fór í holt við at kanna Jesu lív og serstakliga hendingarnar kring rættarmálið og hansara deyða.
Hvør kann siga seg vera óávirkaðan av tí, sum fór fram á páskum í Jerúsalem?
Hvør sleppur undan at taka støðu fyri ella ímóti?
Hvør kann siga, at tað sum hendi Jesusi ikki viðkemur honum ella henni?
Tað er váðaspæl.
Tað er váðaspæl at lata standa til.
Tað er váðaspæl ikki at lata Jesu lív og deyða fáa avgerandi týdning í okkara lívi.
Vit hava einki at seta í staðin fyri tað tilboð, sum Jesu offurdeyði og uppreisn hevur at bjóiða okkum.
Vit kunnu halda og meina og hugsa, hvat vit vilja, vit hava einki sum kann setast í staðin fyri Guds tilboð til okkara. Vit eru ikki sjálvbjargin og óheft av Gudi, tá ið tað kemur til okkara ævigu frelsu. Tað er bert tað eina tilboðið, og tað er tað, sum verður okkum kunngjørt í gleðiboðskapinum og hann umfatar Jesu deyða og uppreisn. Uttan hansara lýðing, deyða og uppreisn, vóru vit uttan vón, og lívið var tá bert ein glantrileikur uttan mál og mið.
Tá tú tekur orðið páskir upp á tungu, minnst tá til, at tað sum hendi í Jerúsalem og á Golgata fyri 2000 árum síðani eisini umfatar teg, tað umfatar meg, um vit vilja vera við tað ella ikki.
Gud hevði tína og mína frelsu fyri eyga. Og hann stendur inni fyri hesari frelsu við sínum egna lívi. Skilja tað kunnu vit ikki. Vit skilja ikki, hví ein ósekur skuldi lýða so mikið nógv, sum Jesus mátti lýða fyri at útvega eitt óuppiborið ævigt lív fyri eina mannaætt, sum hevði vent honum bakið.
"Hann kom til sítt egna, men hansara egnu tóku ikki ímóti Honum." Jóhs. 11:11.
Hansara egnu tóku hann í rættin og fingu hann, við hjálp frá ligivitnum, dømdan til deyða.
Tey, sum fingu hann dømdan til deyða, høvdu sjálvi uppiborið tann dóm, hann fekk.
Men hansara kærleiki til teirra var sterkari enn tann deyði, tey dømdu hann til.
Tey skiltu ikki kærleikan.
Og jørðin skalv, og hann doyði.
Jørðin skalv og hann reis upp.
Og hon skal aftur skelva, tá ið hann kemur aftur, lesa vit í Opinb. 6.
Hevur tú ikki upplivað jarðskjálvta fyrr, so kemur tú at uppliva jarðskjálvta saman við øllum heiminum við hansara afturkomu í dýrd.
Tá ið hann krýndur, ikki við tornakrúnu, sum hansara egnu krýndu hann við, kemur aftur eftir teimum, sum her tóku jarðskjálvtan á Golgata sum ein vitnisburð um, at hann er Messias, hann er heimsins frelsari, fáa tey lut við honum í hansara dýrd.
Skal hann eisini vera tín frelsari?
|